Kunningarskriv um lesiátakið 2026
Góðu foreldur og avvarðandi
Lesiátakið 2026 verður í Hvalbiar skúla frá mánadegnum 16. mars og fram til til páskafrítíðina. Lesiátakið verður skipað soleiðis, at næmingar og lærarar lesa hvønn skúladag frá kl. 10.00 til 10.20.
Í hesum lesiátakinum fáa næmingarnir hvønn morgun tíð at hugsavna seg í eini bók og venja harvið bæði lesiførleikan, og førleikan at gerast ein sjálvstøðugur lesari. Somuleiðis er hetta ein venjing at læra at hugsavna seg í stjørnulesiløtuni.
Næmingar skúlans hava valt sær føroyskar og danskar bøkur at lesa.
Tosað verður eisini um at seta sær mál, hvussu nógvar bøkur ein vil lesa í 2 vikur.
Endamálið við hesum lesiátaki er m.a., at næmingurin skal:
- finna lesigleðina
- læra at seta sær mál fyri lesing
- venja seg at gerast ein sjálvstøðugur lesari, ið megnar at hugsavna seg í sjálvari løtuni
Vit vóna, at øll fáa gleði at hesum lesiátaki.
Foreldrauppgávan er at stuðla barninum t.d. at spyrja barnið, hvat tað hevur lisið, hvat søgan snýr seg um, ella tosa við barnið um týdningin at hugsavna seg í lesiløtuni.
Við lesikvøðu
øll starvsfólk skúlans
mar. 2026